Forsíða
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vælkomin á Wikipediu á føroyskum, frælsu alfrøðina, ið øll kunnu skriva í.
Wikipedia er ein verkætlan, har vit saman skriva og brúka eina alfrøði. Málið er at gera eina fullfíggjaða alfrøði við opnum innihaldi á øllum heimsins málum. Vælkomin til føroyska partin.
Um verkætlanina WikipediaFøroyska Wikipedian byrjaði tann 20. juni 2004 og í dag, 22. november 2006 eru 2,086 greinir í føroyska partinum av alfrøðini. Vitja okkara forsíðu fyri høvundar og síggj, hvussu tú kanst skriva eina grein. Tað er í veruleikanum rættiliga einfalt: Tá tú sært eina reyða slóð, er tað tí, at greinin enn ikki er til. Tú skalt bara trýsta á reyðu slóðina, og so kanst tú byrja at skriva. |
MánaðargreininJólini eru fyrsta høgtíðin í kirkjuárinum. Jóladagur er 25. desember, og í Føroyum verða tveir jóladagar hildnir sum halgidagar - 25. og 26. desember. Seinasti dagurin framman undan jóladegi - tann 24. desember - kallast jólaaftan. Hann var fyrr vanligur arbeiðsdagur, men varð roknaður sum halgidagur frá kl. 18. Nú er jólaaftan frídagur í Føroyum, og mong byrja jólahaldið seinnapart jólaaftan. Orðið jólOrðið jól hevur óvissan uppruna. Møguliga er tað sama orðið sum hjól, og sipar tá til ársins gongd, tað støðugu endurtøkuna. Orðið jól er hvørkikynsorð í fleirtali. Vit siga "Jólini, tey..." Jólini áðrenn kristindóminJólahald er upprunaliga ein heiðin høgtíð at fagna, at aftur vendir móti ljósari tíðum. Í norðurlondum var henda høgtíð hildin í fyrst í januar, men í syðri londum var henda høgtíð hildin 25. desember. Í 4. øld (í 354?) valdi kirkjan at áseta fastan dag til høgtíðina til minnis um Jesu føðing, og tá var henda kristindómsins fagnarhøgtíð løgd á jólini, 25. desember. Tað elsta vit vita um jólahald í Norðurlondum er umleið 875, tá orðið er nevnt í sambandi við Harald Hárfagra. Hvussu hesi jól hava verið hildin fæst kanska ein ábending um í orðingum sum at "drekka jólini", sbr. td. kvæðaorðingina: "Gud man ráða, hvar vit drekka onnur jól." Jólini í kristindóminumJesu føðing Jólini eru høgtíðin til minnis um Jesu føðing. Hetta sæst aftur í td. enska heitinum, Christmas, Kristmessa. Um føðing Jesu lesa vit í Lukasar evangelium, kap. 2, ør. 1 - 20. Hetta brot verður ofta nevnt jólaevangeliið. Eisini Matteusar evangelium sigur í 2. kapitli frá Jesu føðing. Jólahald í katólsku kirkjuni Jólahald í luthersku kirkjuni Jólahald og jólasiðirJólatræ Siðurin at hava jólatræ er kendur úr Týsklandi í umleið 1600 og í Danmark tíðliga í 19. øld. Seint í 19. øld hevði siðurin at hava jólatræ fingið fótafesti í øllum samfelagsløgum í Danmark. Jólagávur Jólamatur Jóladansur Jólaklæði Jólahald aðrastaðni |